BRENNIOVNUR

EXO FLAME brenniovnur – Eldstaður við hugna sum spjaðir hita runt øll húsini

ExoFlame er ein vatnleiðandi brenniovnur, sum tú kanst seta har tú ynskir tað í tínum húsum. Hann kann bindast til kaminuna og til dømis ExoTank VPS tangan. ExoFlame kann setast í opna elstaðin og gevur hugna og hita í rúminum, samstundis sum hann hitar vatnið. Hann er eitt gott ískoyti til grønu orkuna eins og sólpanelir, hitapumpur og meira.

17 kW grøn orka. 14 kW til vatn sirkulatión og 3 kW til hugnaligan hita í eldstaðnum. Ber til at setast upp har tú ynskir. Heldur tey strangastu umhvøviskrøvini (sambart EN 13229). Rørskipanin ið spjaðir hita runt øll húsini og ikki bert í eldstaðnum.

ExoFlame (pdf fíla)

RESERVEN brenniovnur

Reserven II er sniðgivin til at økja um tað hitakeldu tú longu hevur – ella til tín sum ynskir við vissu at kunna matgera og hava hita tá streymslit er.

Reserve II verður eisini brúktur sum hitakelda av summarhúsum, jakthúsum og tílíkum frítíðarstøðum. Hann er ein kostnaðarlág orkukelda, einfaldur, tryggur og av høgari dygd. Reserven er gjørdur til íbindan til akkumulator MCF tanga. Allir deilirnir hjá Euronom eru væl testaðir saman, so sameinginin av øllum, gevur rætta hitastigið av vatninum tá tað rennur aftur í ketilin, sum tryggar ímóti kondensi, ið viðførir longri livitíð fyri ketilin. Reserve II base, við tanga, tryggjar tær burðardygga orku, við møguleika at skoyta uppí við el, olju, ella træ – alt eftir hvat tær hóar best.

Reserven (pdf fíla)