Gólvhiti

Onki hitar so væl sum gólvhiti

Uponor gólvhiti sæst ikki, ljóðleysur og so er hann eisini økonomiskur. Bestu umstøðurnar fyri at hita rúm er tá ið hitin kemur niðri frá og hitar rúmið uppeftir, fordeilist javt og fyllir alt rúmið. Við gólvhita kanst tú minka um rúmhitan við einum til tveimum grandum, uttan at tú varnast tað og enn kennir teg væl. Um tú velir reguleringsystemið frá Uponor, so ber til at minka enn meira um orkubrúkið.

Gólvhiti uttan avmarkingar

  • Gólvhiti kann leggjast í øll sløg av gólvi
  • Gólvflatan kann, vegna størri flatu, hitast við lægri temperaturi enn við radiatorum
  • Gólvhitin sæst ikki (sum radiatorarnir), sum ger tað einklari at møpilera og brúka rúmini, tá ið onki skal monterast á veggirnar

Gólvhiti er orkumunadyggur og behagiligur baði til nýbygging og endurnýgging

 

Visti tú at … ?

Í 1972 kom Uponor við teimu fyrstu PEX-rørunum í verðini og kollveltu alla vinnuna. Góð 50 ár seinni hava rørini víst seg enn at vera mótstøðufør og fjøltáttað og eru ikki bert til staðar, men eru enn grundvøllur til enn fleiri burðadyggar nýmenningar.

  • Uponor kom við tvørbundnu polyethylenrørunum (PEX) i 1972
  • PE-Xa-rør eru haldgóð, mótstøðufør og lætt at leggja og handfara
  • Uponor kom við teimu fyrstu biogrundaðu PEX-rørunum, PEX Pipe Blue, í 2022

Í september 1972 kom Uponor (fyrr Wirsbo) við, sum tann fyrsti framleiðari í verðini, við tvørbundnu polyethylenrørunum, eller eisini nevnd PE-Xa rør – hetta var ein sera stór broyting fyri alla vinnunum. Tey seinastu góðu 50 árini hevur tað haldføra og frítt fyri tæring tilfarið, verið serliga fleksibult og sera fjølbroytt. Tað kann millum annað rúma hita upp til 95 °C. Í byrjanini blivu PE-Xa-rørini brúkt til gólvhita, men í dag verða tey eisini vanliga brúkt í hita- og køliskipanum, spillivatns- og radiatorinnleggingum.

 

Ring 891717 ella send okkum ein teldupost til hiti@hiti.fo og fá eitt óbindandi tilboð til tín gólvhita.