GRØN ORKA

Hví hitapumpa luft til vatn, í mun til vatn til vatn

Eg vil her greiða eitt sindur frá, hví vit valdu hitapumpu luft til vatn og ikki vatn til vatn. Vit hugdu at øllum viðurskiftum, áðrenn vit valdu okkara veitara av hitapumpu. Tað var sera umráðandi fyri okkum, at hitapumpan, sum stóð úti, toldi okkara saltluft, sum er kring oyggjarnar. Tíverri vóru nakrir veitarir, sum komu aftaná okkum, ið ikki settu líka høg krøv til teirra hitapumpu. Hetta gav eftirfylgjandi árini stórar trupulleikar fyri hesar veitarir og hevur ført til ringt umdømi sum heild av hitapumpum luft til vatn.

Eftir standa so vit, sum hava havt eina góða góðsku av hitapumpum og royna at verja okkum fyri tí skilaloysi aðrir veitarir hava koyrt við. Loysnin kann so ongantíð verða tann, at jarðhiti er tað einasta rætta, tá ið vit hava fingið góðar royndir tey seinastu tíggju árini við luft til vatn hitapumpu.

Útrokningar vísa, at luft til vatn hitapumpur í Føroyum hava hægri COP faktor enn í øðrum Norðanlondum. Hetta er tí at okkara vetrar eru nógv líggjari og vit hava bara nakrar dagar um árið, har vit eru niðan fyri frostmarkið.

Vit kannaðu alt, áðrenn vit valdu okkara veitara av hitapumpu. Tað vit hugdu eftir var:

• Hvat var best egnað í mun til miðal hita.
• At tilfarið mátti vera rustfrítt, um tað skuldi standa úti
• At tangin skuldi klára, at vit ikki hava kálk í vatninum
• At íløgan skuldi helst verða soleiðis at tað loysti seg í mun til olju

Euronom luft til vatn hitapumpa Exoair

Euronom hevur eina luft til vatn hitapumpu, sum eitur Exoair og finnst í 3 ymiskum støddum, alt eftir hvat stødd av sethúsi tað er til. Her er nakrir fyrimunir við luft til vatn:

• at eingin ketil, skorsteinur og oljutangi skal nýtast
• at skipanin kostar í miðal 80.000 kr við øllum
• at kunna fáa skipanina setta upp beinanvegin (arbeiðið tekur uml. ein dag)
• at møguleiki er fyri at knýta í aðar orkukeldur so sum sól, brenniovn o.a.
• at hitapumpan er rustfrí