KONDENS KETIL

Kondeserandi Blustar ketil

Kondenserandi ketlarnir eru sera væl móttiknir á føroyska marknaðinum. Talan er serliga um Bluestar 30 Navien ketilin, sum bæði er bíligur og tann mest orkusparandi ketilin á føroyska marknaðinum. Bluestar er heimsins størsti ketlaframleiðari við eini framleiðslu upp á 6.000 ketlar um dagin. Bluestar Navien lýkur øll tey strangastu umhvørviskrøv og ketilin, sum varð góðkendur í Danmark í oktober 2013, er gjørdur til okkara norðurlendska veðurlag.

Kondenserandi ketilin fyllir lítið, er lættur at montera og sær út sum eitt køliskáp. Hann hevur innbygda oljufýring og brúkar umleið tað hálva av hvat ein vanligur ketil brúkar. Bluestar Navien er ein A-ketil, sum endurnýtir roykin sum fer út í roykrørið. Bluestar Navien er ein fult kondenserandi A-ketil, sum liggur á eini virkningsgrad omanfyri 100 prosent og útnyttar oljuna heilt optimalt. Ketilin hevur innbygdan spiral, sum framleiðir nokk av heitum vatni til bæði brúsu og baðikar.