GÓÐ INNILUFT VIÐ NILAN

Koyr vætuna út og frísku luftina inn

Hví skal eg hava ventilatión í mínum húsum? Mekanisk vetilatión tryggjar tær góða inniluft í tínum húsum og luftin følist frísk við einum fjálgum hita. Endamálið er at koyra tí brúktu og ráu luftina út – og ístaðin fáa fríska, tempereraða og filtreraða luft.

Tað er nógv virksemi, sum er við til at dálka inniluftina í tínum húsum, millum annað reingerð, matgerð, klædnavask, tól sum sjónvørp, teldur og mangt annað. Eisini nýtt innbúgv sum sofur, teppir og máling á veggjunum dálka. Umframt alt hetta er stóri vandin fyri fólk og hús – væta. Ein familja við tveimum vaksnum og tveimum børnum framleiða umleið 10 L vætu um døgni, sum skal ventilerast út úr húsunum. Øll nýmótast hús eru í dag væl bjálvaði og sleppa tí ikki av við vætuna. Tað er tí sera umráðandi at lufta væl út, fyri at avmarkað húsdustmottur og fyri at sleppa undan blámusoppi, sum í ringasta føri kann skapa rot í húsunum.

Eru tað meira enn 2 cm døgg á rútunum um morgunin, merkir tað at vætan er ov høg í tínum húsum. Mekanisk ventilatión tryggar at vætan í tínum húsum er á nøktandi støði runt alt árið, og at tað ikki er døgg á rútunum um morgnarnar.

Astma-Allergi Danmark viðmælir at lufta verður út 3 x 5-10 minuttir hvønn dag, alt árið, fyri at halda góða inniluft. Hetta er ikki treytað av mekaniskari ventilatión, men við henni spærir tú upp á hitarokningina, tá tann hitaða inniluftin ikki sleppur út gjøgnum vindeyguni um veturin.

Inniluftin er góð tá:
Innihitin er + 21 °C.
Statens Byggeforskingsningsinstittut viðmælir at øll rúm í húsunum hava hitian á + 18 °C.
Hiti undir hetta kann viðføra blámusopp.
Relativa inniluftin skal ligga millum 20-45 % um veturin.
Á 60 % og haryvir trívsast húsdustmoppur og yvir 75 %, kemur blámusoppur.
Tað er bíligari at hita eini hús við lágari inniluftvætu enn við høgari.

Nilan Ventilatión (pdf fíla)