Roca
– alt í einum
In-Tank
Hjá Roca, verður leitað alla tíðina eftir loysnum og nýggjum møguleikum inni í baðirúminum. Bert á tann hátt ber til at skapa nýtt, sum okkara In-Tank vesi uttan sisternu, tað einasta á marknaðinum.
In-Tank er tað fyrsta vesi, sum ikki krevur nakra sisternu, hvørki innbygda ella sum tí vanligu. Tangin er rætt og slætt bygdur í einum saman við kummuni. Ein alt-í-einum loysn, sum ger uppsetingina einfaldari og minkar um viðlíkahaldið. Frálíka sniðið, sum er uttan samansetingar, hækkar um góðskuna og livitíð av produktinum.
Fyri at tryggja mest virkni av hesum sniðum, hava vit ment innovativa Soft Air tøknuna, sum bert tilhoyrir Roca. Henda serstaka sniðgivna luftinspræning førir vatn frá tanganum til ovara partin av kummuni, sum útvegar eitt sera effektivt og friðarligt skol.
OG tað er ikki alt. Tá ið ongin sisterna er til nýggja In-Tank vesi, tekur tað minni pláss og gevur tí betri rásarúm á baðirúminum. Hesi eru tey nýggju sniðini hjá In-Tank by Roca. Vesi og sisterna í einum. Nýggjar loysnir, fleiri møguleikar.
- Vesi til at standa á gólvi við kummu og sisternu í einum. Við er setur og lok. Tørvar streym. Støddir: Longd: 400 mm. Vídd: 595 mm.