Quooker Fusion Square

5.750 KR13.050 KR

Rustfrítt stál
Krom
Messing
Brúnerað messing
Gull
Rose kopar
Gunmetal
Svart
Vørunummar: N/A Bólkar: ,
Um vøruna

Flottur Fusion Square frá Quooker ið fæst í fleiri ymiskum litum.

Meira um vøruna
Merki

Quooker

Litur

Rustfrítt stál

,

Krom

,

Messing

,

Brúnerað messing

,

Gull

,

Rose kopar

,

Gunmetal

,

Svart

Um merkið

Fantastiski kókandi kranin
– eisini nevndur QUOOKER

Quooker er tann kendi kranin við kókandi vatni. Tann smarti útbúnaðurin er vakur og setur dám á køkin, og kanska er tað eisini tí – umframt kókandi vatnið – at teir sermerktu kranarnir eru blivnir so væl umtóktir tey seinastu árini.

Sniðið hjá Quooker-krananum fæst í Fusion og Flex. 

Fusion er sera snøkkur og umframt at fáast í fleiri matrialum og litum fæst hann eisini sum Square ella Round.

Flex kranin fæst eisini sum Square ella Round, men umframt tað hevur hann eina boyggiliga slangu at hála út, sum ger tað lætt at vaska í krókunum ella at fylla vatn í grýtuna á køksborðinum, tá ið vaskið er fult av uppvaski ella loyvdum frá matgerðini.

Tú fært ikki minni enn seks funktiónir í Quooker Flex – so tú gert tær ikki bara ein skjótan kaffimunn!

Tú kanst nevniliga uppstiga tín Quooker við teirri nýggju CUBE-kølieindini, sum letur fimm sløg av vatni úr sama krana. Umframt kalt, heitt og kókandi vatn kanst tú eisini svala tær á við einum glasi av niðurkøldum filtreraðum vatni ella vatni við perlandi brúsi.

FLEX kranin fæst í litunum: krom, rustfrítt stál og svørtum.

FUSION fæst í litunum: krom, rustfrítt stál, svart matt, messing, brúnerað messing og gull.

Útbering & Umbýtingarrættur

Útbering

Keypir tú eina vøru áðrenn kl. 10.00 mánadag til fríggjadag, fært tú vøruna dagin eftir ella so skjótt sum til ber eftir hetta um bíleggingin er av útoyggj. Keypir tú eftir kl. 10.00, fært tú vøruna dagin eftir.

Umbýtingarrættur

Passar støddin ikki ella angrar tú keypið, ber til at senda vøruna aftur innan 14 dagar. Til ber eisini at koma í handilin í Hoyvík við vøruni.

Vit vilja heita á teg at senda ein teldupost til okkara á nethandil@hiti.fo

Til ber bara at býta um um kvittan ella umbýtingarmerkið er við, tá fæst tilgóðseðil ella tú kanst býta um til aðra vøru. Er vøran niðursett er ongin umbýtingarrættur á.

Umbýtingarrættur er 14 dagar, treytað av at vøran er óbrúkt og í sama standi, sum tá hon var keypt. Eisini er umbýtingarrætturin treytaður av at øll merkir, innpakningur og tað ið har til hoyrir enn er á vøruni ella vøran er enn í innpakninginum og í líka góðum standi, sum tá ið vøran varð keypt.