HETTA ER TANN FANTASTISKI KÓKANDI KRANIN – EISINI NEVNDUR QUOOKER
Myndin til høgru vísir hvussu vit seta kranan til undir tínum køksvaski ella hvar tú ynskir at hann verður settur. Kranin kann vera tann sami sum tú brúkar til heitt og kalt vatn – so fært tú ein nýggjan Quooker krana frá okkum. Ella vit seta ein minni krana við síðuna av, har tað passar best, soleiðis at tit enn hava tykkara egna krana, pluss nýggjan minni krana við kókandi vatni.
Ofta verður spurt um hvussu við teimum smáu børnunum? Er tað ikki vandamikið fyri tey? Nei, hesin kókandi kranin er barnasikraður so eingin heilt lítil børn megna at fáa hann frá. Faktist er hann tryggari enn ein vanligur ketil, sum smá børn onkuntíð hava hála omanyvir seg.
Peningaliga er hann eisini økonomiskur. Hann brúkar 50 oyru um døgni í standby, annars brúkar hann 1600w so hvørt tú brúkar hann.
Her sært tú nýggja magasini (2017) hjá Quooker Trýst her!

Her kemur uml. 15 gradi kalt vatn inn
Trygdarventilur
Kalda vatni sum er 15 gradir fer víðari niður í trýsttangan
Her kemur 110 gradir, filtrerað, kókandi vatn upp og út gjøgnum tín nýggja Quooker krana
NÝTT: QUOOKER FLEX BLACK TIL NÝTÍÐAR KØKIN
Tann svarti útbúnaðurin er ein vakur mótsetningur og setur dám á køkin, og kanska er tað tí, at teir sermerktu svørtu kranarnir eru blivnir so væl umtóktir tey seinastu árini.
Nú fært tú Quooker-kranan Flex Black, sum ikki bara ger, at køkurin hjá tykkum sær estetiskur og nýmótans út, men sum eisini er óføra praktiskur í gerandisdegnum.
Flex Black hevur eina boyggiliga slangu at hála út, sum ger tað lætt at vaska í krókunum ella at fylla vatn í grýtuna á køksborðinum, tá ið vaskið er fult av uppvaski ella loyvdum frá matgerðini.
Tú fært ikki minni enn seks funktiónir í Quooker Flex Black – so tú gert tær ikki bara ein skjótan kaffimunn!
Tú kanst nevniliga uppstiga tín Quooker við teirri nýggju CUBE-kølieindini, sum letur fimm sløg av vatni úr sama krana. Umframt kalt, heitt og kókandi vatn kanst tú eisini svala tær á við einum glasi av niðurkøldum filtreraðum vatni ella vatni við perlandi brúsi.
TEIR MEST SELDU ERU HESIR:
QUOOKER FLEX
Quooker Flex er tann nýggjasti kranin frá Quooker – Flex er ein 5-í-1 krani. Hann hevur heitt, kalt, kókandi vatn, brúsvatn og eina slangu, ið kann dragast út og boyggjast. Alt í einum krana.
QUOOKER FUSION – ROUND ELLA SQUARE
Quooker Fusion fæst í fýrakantaðum ella rundum krana – Fusion er ein 3-í-1 krani. Hann hevur heitt, kalt og kókandi vatn. Alt í einum krana.
QUOOKER PRO3
Saman við einum Quooker kókandi krana verður ein Quooker tangi nýttur.
PRO3 tangin tekur 3 litrar av kókandi vatn, og tað er nokk til eitt vanligt húsarhald.
Tangin kann standa á gólvinum í køksskápinum ella hongjast upp við einum áslagi. Tangin kann eisini setast í køkar, sum hava skuffur. Tá verður tangin settur aftan fyri skuffurnar ella hongdur upp við einum áslagi. GEV GÆTUR: Tangin skal altíð standa loddrættur.
QUOOKER CUBE
Setur tú nýggja Quooker Cube saman við kókandi tanganum og Quooker krananum, ber eisini til at fáa filtrerað vatn og avkøltvatn við brúsi. Hetta er tí 5 ymsik vatn í einum krana. CUBE hevur eitt hollow fipur filtur, sum reinsar vatnið fyri bakteriur. Tú setur eina CO2-patrón til CUBE, sum letur kolvætu í vatnið.
Til CUBE krevst ein krani og tangi av nýggjum sniði. Stendur eitt W í seriunummarinum á krana og tanga, so ber til at seta CUBE til eindina.