Hví hitapumpa luft til vatn, í mun til vatn til vatn?

Áðrenn vit valdu okkara veitara av hitapumpu, hugdu vit at øllum viðurskiftum. Tað er sera umráðandi fyri okkum, at hitapumpan, sum stendur úti, tolur okkara saltluft, sum er kring oyggjarnar. Tíverri vóru nakrir veitarir, sum komu aftaná okkum, ið ikki settu líka høg krøv til teirra hitapumpu. Hetta gav eftirfylgjandi árini stórar trupulleikar fyri hesar veitarir og hevur ført til ringt umdømi sum heild av hitapumpum luft til vatn.

Eftir standa so vit, sum hava havt eina góða góðsku av hitapumpum og royna at verja okkum fyri tí skilaloysi aðrir veitarir hava koyrt við. Vit hava funnið eina góða og eisini grøna loysn, sum eitt gott alternativ til jarðhitan. Vit hava góðar royndir, tey seinastu mongu árini, við luft til vatn hitapumpu. Jarðhita, markhita og sólhita veita vit sjálvandi eisini.

 

Útrokningar vísa, at luft til vatn hitapumpur í Føroyum hava hægri COP faktor enn í øðrum Norðanlondum. Hetta er tí at okkara vetrar eru nógv líggjari og vit hava bara nakrar dagar um árið, har vit eru niðan fyri frostmarkið.

Vit kannaðu alt, áðrenn vit valdu okkara veitara av hitapumpu. Tað vit hugdu eftir var:

• Hvat var best egnað í mun til miðal hita.
• At tilfarið mátti vera rustfrítt, um tað skuldi standa úti
• At tangin skuldi klára, at vit ikki hava kálk í vatninum
• At íløgan skuldi helst verða soleiðis at tað loysti seg í mun til olju

 

Vaillant luft til vatn hitapumpa

Vaillant hevur eina luft til vatn hitapumpu, sum eitur aroTHERM plus. Henda framkomna hitapumpa koyrir við evninum R290. Tað serliga við hesum er at tað sjálvandi er umhvørvisvinarligt, men eisini kann fáa framløbshitan heilt upp til 75° C. Hetta merkir millum annað at aroTHERM plus eisini er frálík til búðstaðir við radiatorum og gólvhita.

Her er nakrir fyrimunir við luft til vatn:

  • at skipanin hevur skjótt spart seg inn aftur
  • at eingin ketil, skorsteinur og oljutangi skal nýtast
  • at skipanin er skjót at seta upp
  • at møguleiki er fyri at knýta í aðar orkukeldur so sum sól, brenniovn o.a.
  • at hitapumpan tolir væl tað føroyska verðurlagið

 

Sólpanel til føroyska veðurlagið

Hví velja sólpanel frá Hita

Lágur rakstrarkostnaður – Spar orku og minka um orkurokningina við nýhugsandi tøkni.

Langt lív og lítið viðlíkahald – Vit nýta bert vørur, ið eru prógvaðar í føroyskum veðurlagi.

Ein góð íløga í framtíðina – Við okkara orkusparandi skipanum minkar tú um CO2 útlátið og kanst spara nógv ár eftir ár.

Skriva ella ring til okkum, so vit kunnu hjálpa tær við at finna røttu orkuloysnuna til títt heim.

Hiti bjóðar eitt breitt úrval av hitaskipanum, sum hjálpa tær at spara bæði pening og eru góð við umhvørvið.
Við hitapumpum og sólpanelum frá leiðandi veitarum ­tryggja vit tær eina varandi, orkusparandi loysn, ið hóskar júst til tín tørv.