Sólpanel til føroyska veðurlagið
Ein skilagóð og lønandi íløga!
Spar pengar við sólorku – eisini í Føroyum
Í Føroyum er ofta skýggjað, men frá februar til september eru dagarnir langir og ljósir. Tað er júst tá, tú fært mest burturúr tínum sólpanelum. Við hægri elprísum kanst tú bæði spara pengar og selja streym aftur á netið. Tað ger sólpanel til eina skilagóða og lønandi íløgu í títt heim.
Fá meira burturúr tínum egna streymi
Við sólpanelum kanst tú:
- framleiða tín egna streym
- minka munandi um elrokningina
- selja yvirskotsstreym aftur á netið
Frá 15. februar 2026 hækkaði prísurin fyri streym, sum tú selur inn á netið hjá SEV, til 1,81 krónu fyri hvønn kWh. Samtíðis kostar tað upp til 2,32 krónu fyri hvønn kWh at keypa streym.
Tað merkir: Tú sparir pengar – hvørja ferð tú brúkar tín egna streym.
Hví velja sólpanel frá Hita
Lágur rakstrarkostnaður – Spar orku og minka um orkurokningina við nýhugsandi tøkni.
Langt lív og lítið viðlíkahald – Vit nýta bert vørur, ið eru prógvaðar í føroyskum veðurlagi.
Ein góð íløga í framtíðina – Við okkara orkusparnadi skipanum minkar tú um CO2 útlátið og kanst spara nógv ár eftir ár.
Skriva ella ring til okkum, so vit kunnu hjálpa tær við at finna røttu orkuloysnuna til títt heim.
Hiti bjóðar eitt breitt úrval av hitaskipanum, sum hjálpa tær at spara bæði pening og eru góð við umhvørvið.
Við sólpanelum og hitapumpum frá leiðandi veitarum tryggja vit tær eina varandi, orkusparandi loysn, ið hóskar júst til tín tørv.
Ynskir tú eitt sólpanel tilboð?
Fyll út teigarnar niðanfyri eftir besta førimuni, og vit venda aftur so skjótt sum vit kunnu.
Ring til okkum um tú ivast ella hevur onkran spurning á tel 891717
Les meira um sólpanelir í pdf faldarunum niðanfyri