Ventilatión
– Koyr vætuna út og
frísku luftina inn
Hví skal eg hava ventilatión í mínum húsum? Mekanisk vetilatión tryggjar tær góða inniluft í tínum húsum og luftin følist frísk við einum fjálgum hita. Endamálið er at koyra tí brúktu og ráu luftina út – og ístaðin fáa fríska, tempereraða og filtreraða luft.
Tað er nógv virksemi, sum er við til at dálka inniluftina í tínum húsum, millum annað reingerð, matgerð, klædnavask, tól sum sjónvørp, teldur og mangt annað. Eisini nýtt innbúgv sum sofur, teppir og máling á veggjunum dálka. Umframt alt hetta er stóri vandin fyri fólk og hús – væta. Ein familja við tveimum vaksnum og tveimum børnum framleiða umleið 10 L vætu um døgni, sum skal ventilerast út úr húsunum. Øll nýmótast hús eru í dag væl bjálvaði og sleppa tí ikki av við vætuna. Tað er tí sera umráðandi at lufta væl út, fyri at avmarkað húsdustmottur og fyri at sleppa undan blámusoppi, sum í ringasta føri kann skapa rot í húsunum.
Eru tað meira enn 2 cm døgg á rútunum um morgunin, merkir tað at vætan er ov høg í tínum húsum. Mekanisk ventilatión tryggar at vætan í tínum húsum er á nøktandi støði runt alt árið, og at tað ikki er døgg á rútunum um morgnarnar.
Astma-Allergi Danmark viðmælir at lufta verður út 3 x 5-10 minuttir hvønn dag, alt árið, fyri at halda góða inniluft. Hetta er ikki treytað av mekaniskari ventilatión, men við henni spærir tú upp á hitarokningina, tá tann hitaða inniluftin ikki sleppur út gjøgnum vindeyguni um veturin.
- Innihitin er + 21 °C.
- Statens Byggeforskingsningsinstittut viðmælir at øll rúm í húsunum eru á 18 °C.
- Hiti undir hetta kann viðføra blámusopp.
- Relativa inniluftin skal ligga millum 20-45 % um veturin.
- Á 60 % og haryvir trívsast húsdustmoppur og yvir 75 %, kemur blámusoppur.
Tað er bíligari at hita eini hús við lágari inniluftvætu enn við høgari.
Nilan Ventilatión (pdf fíla)
Innblæsingventilur
Innblæsingventilur
Leiðbeiningar pdf fílur
Ventilatión og hitapumpa í einum
– nú eisini við propangassi
Ein hitapumpa er av, groft greitt frá, 3 lutum. Ein kompressari, sum pressar gassi og pressar tað runt í skipani. Ein fordampapláta, sum dregur orku (hita) úr útsigvingsluftini og ein kondensatorflata, sum avgevur orku (hita) til luftina, ið verður blást inn, tá ið hon er í hitadrift. Í kølidrift verður kølikredsurin vendur og í staðin fyri at hita luftina, ið verður blást inn, kølist hon og luftin, ið verður send út hitast.
Hitaendurvinningurin nevnist COP. COP’urin sigur, hvussu nógv kW, tú fært út í forhold til orkuna í kW, sum verður brúkt í drift. Tað vil siga, at um tú hevur COP á 4, so merkir tað at fyri hvønn 1 kW streym hitapumpan brúkar, fært tú 4 kW orku úr henni sum hita. Hitaendurvinningin í eini hitapumpu kemur tí ofta upp yvir 100%.
Hitapumpan hevur ein kølikreds sum er tvígongdur, tað merkir at hon kan hita luftina útifrá um veturin og køla hana um summari.
Henda vetilatiónin hjá Nilan, er útgjørd við bæði tvígongda køliringin og eini hitapumpu. Mótstreymsvekslarin fremur høvuðsakliga hitaendurvinningina, men er ein tørvur á hiti í húsunum umvegis luftina ið blæsur inn, startar hitapumpan og førir meira hita til luftina, sum verður blást inn. Umvent, um tað er tørvur á at køla niður, vendur hitapumpan og kølir luftina, sum verður blást inn.
Henda ventilatiónin við hitapumpu larmar vanliga ikki meira enn eitt vanligt køli/frystiskáp.
Nilan hevur ymiskar støddir av ventilatión/hitapumpum. Tosa við Hita um møguleikarnar.
Streymnýtlsan valdast nógv av hvat tú velir og eisini hvussu ventilatiónin/hitapumpan verður brúkt. Streymnýtslan til hitapumpuna valdast eisini av tínum hita- og/ella kølitørvi. Tosa við Hita um hetta.
Nilan ventilation/hitapumpa hevur vanliga livitíð á meira enn 20 ár.
Tosa við Hita um viðlíkahald, filtur og um serlig filtur til ovurviðkvæmi.
Í løtuni (2022) fært tú endurgoldið mvg við keypi og uppsetan av ventilatión/hitapumpu (jarðhita og luft til vatn).