Søluleiðari til Hita

Brennir tú fyri at selja, síggja menning og at arbeiða sjálvstøðugt, so ert tú júst tann rætti persónurin vit leita eftir!!!

Hiti er ein fyritøka, sum stendur í stórum vøkstri. Tískil leita vit eftir einum leiðara, at standa fyri menningini av Hita innan sølu, handilúrval og lagur. Hiti hevur stórar visiónir og projektir, og har hava vit brúk fyri tær, at hjálpa okkum víðari í menningini og at fylgja við í rákinum.

Førleikakrøv

  • Ert útlærd/ur innan handil og sølutænastu
  • Royndir innan HVS fakið er ein fyrimunur, men tó ikki eitt krav
  • Dugur at hugsa og arbeiða sjálvstøðugt, og at taka ábyrgd
  • Góð samskiftis- og samstarvsevnir við arbeiðsfólkið
  • Vera fleksibel
  • Góð evni at samskifta á føroyskum, donskum og enskum 

Arbeiðsøki

  • Ráðgeva innan HVS eitt nú sanitet, varðandi orku o.a.
  • Rokna út tilboð og svara fyrispurningum
  • At vaksa um søluna og støðugt menna handilin

Vit bjóða

  • Eitt spennandi og fjølbroytt starv í eini vaksandi fyritøku
  • Møguleikar fyri fakligari og persónligari menning
  • Gott arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfeløgum
  • Løn sambært avtalu

Umsóknarfreist

Umsóknir skulu sendast til aki@hiti.fo í seinasta lagi 30. juni 2024.

Um tú hevur spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Áka Mortensen á telefon 541719.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær!

Leys størv

Her finnur tú møgulig leys størv at søkja hjá Hita

HANDILSLÆRLINGUR

HANDILS-
LÆRLINGUR

Kom inn í hitan …

Hevur tú áhuga fyri góðari kundatænastu, sølu og ráðgeving um snildar og lekkrar loysnir til heim og arbeiðspláss? Ynskir tú eitt arbeiðspláss, við góðum starvsfelagum, spennandi avbjóðingum og góðari løn, har tú sleppur at læra nógv og gera mun? So er tað kanska júst tú, sum skalt vera okkara nýggi handilslærlingur.

Hvat sleppur tú at royna og læra?

Sum lærlingur hjá okkum verður tú partur av einum dugnaligum toymi, sum veitir grønar hitaloysnir og baðirúmsloysnir til fyritøkur, stovnar og privatkundar. Tú sleppur at læra um alt frá kundatænastu og sølu til vørukeyp, marknaðarføring og skipan av arbeiðsgongdum.

Tú fært møguleikan at:
  • Arbeiða við sølu og ráðgeving
  • Vegleiða og samskifta við kundar
  • Hjálpa til við keyp og móttøku av vørum
  • Luttaka í marknaðarátøkum og framsýningum
  • Menna teg innan fleiri øki, alt eftir hvat tú dugir og brennur fyri
 
Vit bjóða tær:
  • Sera góða løn og treytir í lærutíðini
  • Eitt læruríkt og fjølbroytt starv í einum dugnaligum og hjálpsomum toymi
  • Ein arbeiðsdag, har tú sleppur at royna teg og vaksa við uppgávunum
  • Eitt arbeiðsumhvørvi, har samanhald og trivnaður eru í hásæti
  • Góða innleiðslu og væl skipaða lærutíð
Vit ímynda okkum, at tú:
  • Hevur FHS ella líknandi miðnámsútbúgving
  • Ert forvitin, fyrikomandi og álítandi
  • Trívist við fjølbroyttum uppgávum og dámar at arbeiða bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum
  • Dugir væl at samskifta í skrift og talu

Vit seta starvið, tá ið rætti umsøkjarin er funnin, so bíða ikki ov leingi!

📞 Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Áka Mortensen á 541719.

Søk starv hjá Hita

Vit eru altíð áhugaði í at hoyra frá fólki, ið hava viðkomandi útbúgvingar og royndir innan HVS, sølu og handli ella aðrar viðkomandi arbeiðsroyndir.

Tú ert altíð vælkomin at senda okkum eina umsókn við prógvum og CV.

Send umsókn til

Áki Mortensen
stjóri

aki@hiti.fo

Rørleggjarar til Hita

Kundi tú hugsað tær eitt spennandi og avbjóðandi HVS arbeið? Nú hevur tú møguleikan!
 
Vit sóknast eftir 2 rørleggjarum til okkara vaksandi virksemi í Hita. Okkara arbeiði er alt innan HVS, t.v.s. hita, vatn, sanitet og ventilatión, og vit ganga høgt upp í góðsku og designvørur og eitt gott arbeiðsumhvørvi.
 
Rørleggjari
Sum rørleggjari verður tað millum annað tín ábyrgd at útføra ymiskar hvs uppgávur fyri privatar og almennar kundar.
 
Vit vænta, at tú
  • dugir væl við fólki og dámar væl at útføra títt arbeiði til fulnar
  • hevur lokið rørleggjara útbúgving ella líknandi
  • fert eftir at útføra arbeiðið væl
  • ert álítandi og fyrikomandi
  • hevur góð samstarvsevni
 
Vit bjóða
  • góð arbeiðsviðurskifti
  • góða útgerð, so arbeiðið kann gerast til lýtar
  • góðar møguleikar fyri bæði persónligari og fakligari menning
  • dugnalig starvsfólk í góðum trivnaði
Starvið verður sett skjótast til ber. Lønin er eftir avtalu.
 
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Áka Mortensen 541719, aki@hiti.fo.
 
Freistin at søkja starvið er 28. november 2021.

Send umsókn til

Áki Mortensen
stjóri

aki@hiti.fo