Frosttryggja útibrúsa
Hevur tú eina útibrúsu frá Eqi, ber til at brúsa tær úti árið runt. Tað er nakað heilt serligt og sissandi at brúsa sær undir opnum himli. Møguliga kennir tú útibrúsuna við strondina í útlondum, har tú skolar salt og sand av kroppinum. So við og við er tað vorið vanligari við brúsum heima – uttandura, uttan at tað hevur samband við svimjihyl ella sand. Tað er nemliga vorið væl dámt at flyta rúmini út úr húsunum. Fleiri fáa sær uttandura køk ella útibrúsu.
Útibrúsan gevur tær eina serliga vælveru og eina deiliga kenslu av frælsi og nøgdsemi.
Ymisk sløg av útibrúsu
Tað finnast ymisk sløg av uttandura brúsum:
- Hongd upp á veggin útibrúsa
- Frítt hangandi útibrúsa
Umframt kanst tú bæði fáa eina kaltvatnsbrúsu og eisini eina útibrúsu við heitum vatni. Tað gevur møguleika at velja brúsuna tú júst tín tørv.
Frosttryggja útibrúsa
Megin parturin av okkara útibrúsur eru tryggjaðar ímóti frosti – eisini í Føroyum. Tað ger tað møguligt hjá tær at brúka brúsuna alt árið runt, eisini tá tað eru frostgradir úti. Tær frosttryggu brúsurnar hava ein glíðuventil, sum ger tað at tað ikki er vatn í sjálvari brúsuni, tá ið tú ert liðug/ur at brúka hana. Tað ger at tað ikki er neyðugt hjá tær at sløkkja fyri vatninum til brúsuna um veturin, har vandin er fyri frostgradum.
Tí ber til hjá tær at brúsa tær úti alt árið runt, í kuldanum tá kavi er og brúsan er heit. Heilt perfekt til tín, sum dámar at dyppa.
Vitja heimasíðuna hjá Eqi til meira íblástur her.