Hitapumpa frá Vaillant
Munadyggar og grønar hitaloysnir
- Hitin á kranavatninum 75ºC
- SCOP upp í 4,9
- Virkar niður til -25ºC
- Ótrúliga lítið óljóð
- Einføld at leggja inn
- Natúrliga kølievnið GWP3
- A++ við 35ºC
Grøn luft til vatn hitapumpa
Framkomin og burðardygg hitapumpuloysn
Hitapumpurnar framleiddar av Vaillant eru ótrúliga effektivar og álítandi í drift við høgum effektiviteti og langari livitíð. Produktini eru ment í Týsklandi, framleidd í Evropa og testaði í ekstremum veðurlagsstøðum í egnum royndardeplum. Tað eru yvir 250.000 Vaillant hitapumpur settar upp runt alla klótuna.
Takka verið nýggjasta menningina hjá Vaillant, ber til við aroTHERM plus luft til vant hitapumpuni at fáa tað snið, sum dekkar júst tín tørv til hita og heitt vatn, líka mikið um tú skalt byggja nýggj hús, ella dagføra og nútímansgera tín bústað. Tá tú velur Vaillant hitapumpu, fært tú harumframt tryggan og munadyggan rakstur við minimalari røkt. Tú fært eina grøna loysn, sum eisini hóskar væl til tá tann gamla hitaloysnin skal skiftast út.
aroTHERM plus og uniTOWER
Umhvørvisvinarlig hitan við stórum sparingum
Tað eru nógvir fyrimunir við at gera íløgu í areTHERM plus lut til vatn hitapumpu. Umframt alt tað tú sparir á hitaútreiðslunum, av tí at sólin veitir heilt upp til 75% av orkuni til hitapumuni – heilt ókeypis, so fært tú eisini eina stílreina installatión við hægstu hitakomfort.
Fullfíggjað hitapumpuloysn – til nýtt og til nýmótansgerð
aroTHERM plus luft til vand hitapumpan er sniðgjørd til tað norðurlendska veðurlagið. Líkamikið hvar hitapumpan verður sett, er hon ikki til ónáðir fyri kringumstøðurnar, tí hitapumpan er yvirraskandi friðarlig. Við avstandi upp á 3 meterar frá hitapumpuni, er ljóðið á nátt fyri eini 5 kW hitapumpu heilt niður til 29,5 dB(A).
uniTOWER er fullkomni felagin til aroTHERM plus luft til vand hitapumpuna. Ein einkultstandandi eind við innbygdum heittvatnstanga á 190 ltr, integreraðum hydrauliskum komponentum, elpatrón til back-up til hita og heitt vatn, trýstekspansiónstanga á 15 ltr og sirkulatiónspumpu.
Innleggingin er skjót at gera og luft til vatn hitapumpuloysning kann setast upp á bert 2-3 dagar.
- Hóskar seg væl til nýmótansgerð og av nýbygging við framleypshita upp til 75° C uttan back-up
- Stórt úrval av støddum: 3, 5, 6, 7, 10 og 12 kW
- Ómetaliga orkusparandi og framtíðartrygg
- Næstan ljóðleys
- Munagóður rakstur heilt niður í -25° C
- Heitvatnshita upp til upp til 70° C, fyri hægsta heitvantskomforti og legionellutrygd
- 3, 5, 6 og 7 kW hava minni enn 1 kg kølievni
- Tíðarleyst snið og plássparandi inni og úti
- Brúkaravinarlig stýring – eisini umvegis App
- SCOP upp til 4,77
- Nem og skjót installatión
- Orkufrámerki A+++
- Hægstu góðsku við langari livitíð (Ment og framleitt av Vaillant í Evropa)
- Týsk góðska
Grøn og vitug vatn til vatn hitapumpa
Sjó-, jørð- og markhiti
Green iQ hitapumpa
Vaillant hevur í meira enn 145 ár verið leiðandi á marknaðinum innan hitatøkni. Væleydnaða gongdin hjá Vaillant skyldast gransking og menning av munadyggum og orkusparandi vørum, sum eru tilevnaðar eftir tørvum og ynskjum hjá kundanum. Hitapumpurnar framleiddar av Vaillant eru ótrúliga effektivar og álítandi í drift við høgum effektiviteti og langari livitíð. Produktini eru ment í Týsklandi, framleidd í Evropa og testaði í ekstremum veðurlagsstøðum í egnum royndardeplum. Tað eru yvir 250.000 Vaillant hitapumpur settar upp runt alla klótuna.
Gagnnýt allar fyrimunirnar hjá Vaillants flexoTHERM exclusive og flexoCOMPACT exclusive hitpumpuskipanir: Hægstu gagnnýtslu, umhvørvisvinarlig hitan, lága elnýtslu, næstan ljóðleys nýtsla og minimal viðlíkahald og umsjón.
Við solo hitapumpuni flexoTHERM exclusive og flexoCOMPACT exclusive hitpumpuskipanir frá Vaillant, sum hevur heitvantstanga og hitapumpu í einum, har fært tú møguleikan at gagnnýta ókeypis orkuna úr luftini ella jørðini til at hita tín búðstað og heita vatni.
Hitapumpurnar kunnu lagast eftir øllum tørvi til hita og heitavatnnýtslu. Útyvir hitaveiting til eitt ella fleiri familjuhúskir, ber eisini til at gera serstakar loysnir til ídnaðin og vinnulívið.
- Lægsta orkubrúk
- Up til 90% endurnýtsla
- Minkar um CO2-útlátið
- Hægsta ErP-orkumerking A+++ (við sonsoCOMFORT)
- Týsk góðska “Made in Germany”
- Møguleiki fyri netíbindan
- Møguleiki fyri fjarstýrðing umvegis App
- 10 ára garanti upp á kompressaran
- Vitug orkueftiransing
- Ber til at brúka saman við hybridloysnum
Tann góða kenslan kemur av at gera tað rætta
Les meira í faldaranum um vatn til vatn hitapumpur (jørð og markhiti) niðanfyri
Hitapumpufaldari vatn til vatn (pdf fíla)
Ein góð inniluft við Vaillant luft til luft hitapumpu
Altíð ein góð inniluft við hóskandi hita
Luft til luft hitapumpan hjá Vaillant eitur climaVAIR – eisini verður hon kallað luftskiftisskipan. climaVAIR er ein góð skipan til tín, sum ynskir at minka um hitarokningina og eisini at fáa eitt deiligt og gott inniumhvørvi við passandi hita í tínum bústaði, íbúð, summarhúsið ella á skrivstovuni – alt døgni runt og heila árið.
Ikki neyðugt við grønum fingrum fyri at fáa eitt grønt inniumhvørvi
Við climaVAIR fært tú best hóskandi umferð av luftini í rúminum. Til ber at stilla luftstreymarnar bæði lodd- og vatnrætt.
luftreinskuskipanin á hitapumpuni reinsar luftina og er støv- og Varmepumpens luftfiltreringssystem renser luften og er støv- og bakteriudrepandi. Hetta heldur luftini reina, so tú altíð hevur eitt gott og sunt inniumhvørvi.
Friðarlig í gongd
climaVAIR exclusive er ógvuliga fiðarlig í gongd. Hetta, av tí hon hevur tilpassaðar javnstreymsblásarar. Eisini stillar hitapumpan av sær sjálvum blásisjótleikan sum trøvurin er.
Einkul og brúkaravinarlig
Talvan á innanduraeindini hevur ein goymdan skíggja. Har sært tú allar teir neyðugu upplýsningar, so sum: Ynsktan hita, virksemi og blásiferðina. Hesi eru nem at stýra og lætt umvegis fjarstýringini sum fylgir við. Har afturat ber til at stýra tínari climaVAIR við tínari fartelefon umvegis eini app.
Skjót at seta upp og til
climaVAIR er nemm at seta upp. Tá staðsetan uttanfyri og innanfyri er ásett, skulu eindirnar bert íbindast. Íbindanin skal gerast av góðkendum elinnleggjara.
Ótrúliga munadygg og orkusparandi
Hitapumpan luft til luft climaVAIR hevur eitt høgt gagnvirði og eitt lágt orkubrúk.
Tá ið climaVAIR verður brúkt til hita fær hon orkumerkið A++ og A+, og til at køla við A+++ og A++.
Monosplit climaVAIR fæst í 4 støddum:
2,5 / 3,5 / 5,0 / 6,5 kW
Multisplit climaVAIR stødd 8 kW, er møguleiki at seta heilt upp til 4 innandura eindir til:
2,0 / 2,5 / 3,5 / 5,0 kW
Les meira í faldaranum um luft til luft hitapumpur niðanfyri
Hitapumpufaldari luft til luft (pdf fíla)