Nilfisk sentral støvsúgvari

Sunnari inniluft

Hjá Nielfisk centalstøvsúgvara er støvsúgvaramotorurin settur eitt annað stað í húsinum, so tú sleppur frá støvi í umafari og ringum lukti. Alt støvið verður flutt ígjøgnum rørskipan umvegis filtrering og síðani út.

Vinarligur til fólk við ovurviðkvæmi

Fólk við ovurviðkvæmi verða ofta viðmæld at fáa sær ein centralstøvsúgvara. Umhvørvið er ikki bara støv frítt, men eisini støvsúgvar hann munagott hunda- og kettuhár.

Arbeiðsumhvørvi uttan larm

Ein vanligur støvsúgvari kann larma nógv, men ein centralstøvsúgvari lamar so lítið at til ber at lurta eftir tónleiki, snakka telefon ella lurta eftir børnunum meðan tú støvsúgvar.

Kraftamiki súgvievni

Súgvievni er kraftamikið og støðugt. Luftin verður sogin við 100 km/tíman. Slangan er koniske formað (størri diameter við súgvikontaktini enn við munnstykkinum) tað ger at proppur kemur ikki í.

Nilfisk innbygdur støvsúgvari (pdf fíla)

Onki slær ein sentralstøvsúgvara, tá ið vit tosa um hentleikar og inniumhvørvi. Støvsúgvingin verður lættari, munadyggari og næstan ljóðleys. Omaná tað, so sleppur tú undan at bera ella hála støvsúgvaran aftaná sær upp og niður trappurnar og at hanga fast í hurðaopum og gáttum. 

Nilfisk sentralstøvsúgvarar fáast í ymsikum støddum, alt eftir hvussu nógvir fermetrar hann skal brúkast til. Eisini fæst slangan í ymiskum longdum. Eisini hevur hann tráleysatøkni.

Sentralstøvsúgvarin er heilt einkul at brúka: Set støvsúgvaraslanguna í súgvikontaktina, byrja at støvsúgva og hugsavna teg um at gera reint uttan at balansera og lyfta eina maskinu aftur og fram, upp og niður. Støvið verður leitt ígjøgnum rørini í ein posa ella hylki í sentralstøvsúgvaranum, sum er staðsettur úti í bilhúsinum, kjallaranum, undir trappuni, uppi á loftinum ella hvar tað nú skal vera.

Til ber at velja ímillum 3 ymiskar slangur.

Manuel slanga: Sentralstøvsúgvarin byrjar av sær sjálvum tá ið slangan verður sett til súgvikontaktina – tað vil siga at tað er ikki neyðugt við nøkrum nýtsluknappum.

Wireless+ slanga: Rørið hevur eitt LED-display, sum blinkar tá ið okkurt er sum brúkarin skal leggja til merkis, tað kann vera um støvsúgvaraposin skal tømast, fyltrið skal reinast, rørið er typt, onkur yvirbelastningur er á ella um tað er neyðugt við viðlíkahaldi. Tey ymisku blinkandi signalini eru greidd frá í brúkaravegleiðingini.  Wireless+ slangan hevur er 3-trin súgviregulering á rørinum.

Deluxe slange: Rørið hevur eitt LED-display, sum blinkar tá ið okkurt er sum brúkarin skal leggja til merkis, tað kann vera um støvsúgvaraposin skal tømast, fyltrið skal reinast, rørið er typt, onkur yvirbelastningur er á, um tað er neyðugt við viðlíkahaldi ella at hann ikki røkkur longur. Eisini hevur hann 5-trin súgviregulering á rørinum og ein indikator til battarínøgd.

  • Otrúlig reingeringsúrslit, sum tryggjar eitt sunt inniumhvørvið.
  • Ógvuliga friarligur í gongd, so tú samstudis kanst vera við í tí sum gongur fyri seg rundan um teg. 
  • Lætt og brúkaravinarligt – eitt gott og betri arbeiðsumhvørvi.
  • Kraftamikil og munadygg súgving – sýgur eisini væl hunda- og kettuhár.
  • Fyribyrgir astma, eksem og onnur ovurviðkvæmi.
  • Tíðarsparandi samanlíkandi við vanliga støvsúgving.
  • Støvsúgvaraslanga fæst upp til 9 metrar, so tú nært inn í øll rúm og allar krókar.
  • Nemt at støvsúgva trappur og annað líknandi.


Ring 891717 ella send ein teldupost til hiti@hiti.fo um tú hevur spurningar. Vit geva sjálvandi eisini eitt óbindandi tilboð, um tú ynskir tað.