Smedbo
– baðirúmstilhoyr
Smedbo er í dag leiðandi á marknaðarnum í skandinavia og hevur stóran týdning í Evropa og USA. Góða úrslitið kemur av einum longum og drúgvum arbeiði við menning við teirri ætlan at tryggja eitt høgt støði á góðskuni, ið varðar um eyðkenda skandinaviska sniðið, sum vøran umboðar.
Vegna sína stóru vitan innan vøruna og sína dygdar vøru, hoyrir Smedbo til ein serstakan bólk av framleiðarum, ið veita 10 ára trygd til allar sínar vørur.
Í baðirúmsseriuni hjá Smedbo, eru teir flestu innrætningslutirnir og vørurnar framleiddar í gjøgnumheilum messing av hægstu góðsku. Í Svøríki byrjaði fólk at framleiða messing í 1600 talinum. Tá bleiv tað í fyrstu syftu brúkt til smykkur og prýðislutur.
Framleiðslan av messing í Skultuna var byrjanin av einum longum og haldgóðum handverkarasiðið til at gagnnýta og handfara makaleysa eginleikan hjá messing.