Orkudeilari frá Quooker ger tað møguligt tildømis at seta ein Quooker tanga, ein Quooker CUBE og eina uppvaskmaskinu til somu stikk kontakt. Orkudeilarin ger at tað kann ikki kókast vatn, tá ið streymnýtslan hjá uppvaskmaskinuni er høgt.
Fantastiski kókandi kranin
– eisini nevndur QUOOKER
Quooker er tann kendi kranin við kókandi vatni. Tann smarti útbúnaðurin er vakur og setur dám á køkin, og kanska er tað eisini tí – umframt kókandi vatnið – at teir sermerktu kranarnir eru blivnir so væl umtóktir tey seinastu árini.
Sniðið hjá Quooker-krananum fæst í Fusion og Flex.
Fusion er sera snøkkur og umframt at fáast í fleiri matrialum og litum fæst hann eisini sum Square ella Round.
Flex kranin fæst eisini sum Square ella Round, men umframt tað hevur hann eina boyggiliga slangu at hála út, sum ger tað lætt at vaska í krókunum ella at fylla vatn í grýtuna á køksborðinum, tá ið vaskið er fult av uppvaski ella loyvdum frá matgerðini.
Tú fært ikki minni enn seks funktiónir í Quooker Flex – so tú gert tær ikki bara ein skjótan kaffimunn!
Tú kanst nevniliga uppstiga tín Quooker við teirri nýggju CUBE-kølieindini, sum letur fimm sløg av vatni úr sama krana. Umframt kalt, heitt og kókandi vatn kanst tú eisini svala tær á við einum glasi av niðurkøldum filtreraðum vatni ella vatni við perlandi brúsi.
FLEX kranin fæst í litunum: krom, rustfrítt stál og svørtum.
FUSION fæst í litunum: krom, rustfrítt stál, svart matt, messing, brúnerað messing og gull.